Lýsing
Kryvjivirkið á Strondum
Starvsfólk til framleiðsluna
Mowi søkir starvsfólk til kryvjivirkið á Strondum. Sum starvsfólk á kryvjivirkinum, verður tú partur av framleiðslu toyminum. Vit vænta at tú hevur eitt jaligt lyndi, dugur at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og at tú hartil ert røkin og arbeiðissom/samur. Starvið er tímalønt eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðisgevarafelag. Kantina er á kryvjivirkinum, og har fæst morgunmatur og døgurði hvønn dag.
Vilt tú vita meira um starvið, so set teg í samband við:
Eyðgerð Jacobsen Tlf. 791087
Umsókn skal sendast til: mowi.faroes@mowi.com
Mowi Faroes er dóttirfelag hjá Mowi ASA, sum er heimsins størsti alari og framleiðir 5. hvønn laks, ið verður etin í heiminum. Mowi hevur eina smoltstøð á Hellunum. Mowi hevur trý alibrúk, í Haldórsvík, í Oyndarfirði og so á Sandsvág. Skrivstovan er á Strondum í sama bygningi, sum kryvjingin.