Lýsing
eitar tú eftir einum starvi í handilsvinnuni? So hava vit beint nú eitt starv leyst at søkja í Mylnuni á Berjabrekku.
Hjá okkum fáa vit hvønn dag lekkrar vørur frá bakarínum, og leggja vit stóran dent á at vísa hesar fram á bestan hátt. Gott handverk og góð tænasta gongur hond í hond í handlum okkara, og leita vit tí eftir einum fryntligum og fyrikomandi starvsfelaga.
Uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um at avgreiða kundar, bæði við kassan og á gólvinum, um tørvur er á tí, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.
Talan er um eitt fulltíðarstarv á áleið 35 tímar um vikuna.
Um tú ert áhugað/ur í at gerast partur av toyminum á Berjabrekku, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/1180.
Eru spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Joan E. Justinussen, handilsleiðara, á telefon 769091.