Lýsing
Til handilin á Smyrilsvegi hava vit tørv á einum starvsfólki til starv á 30-35 tímar um vikuna at byrja beinanvegin.
Sum handilsfólk fevna tínar uppgávur í høvuðsheitum um at avgreiða kundar, bæði við kassan og á gólvinum, at fylla vørur á hyllarnar og sum heild at halda handilin penan og innbjóðandi.
Tað er umráðandi fyri okkum, at tú ert vinarlig/ur og fyrikomandi av lyndi, at tú er arbeiðssom/samur, og at tú ert sjálvstøðug/ur og álítandi.
Um tú ert áhugaður í starvinum á Smyrilsvegi, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2196.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Honnu Haraldsen, handilsleiðara, á telefon 275048.
 
					 
         
        