Lýsing
Kundi tú hugsað tær at arbeitt nakrar tímar eftir skúlatíð?
Til Mylnuna í Jónas Broncksgøtu sóknast vit eftir fólki at arbeiða áleið 20 tímar um mánaðin. Upggávurnar fevna millum annað um at standa við kassan, at fylla vøru upp og annars at syrgja fyri, at handilin er innbjóðandi og ruddiligur.
Vit vænta av tær, at tú ert sjálvstøðug/ur, ábyrgdarfull/ur og vinarlig/ur.
Hevur tú hug at gerast partur av unga toyminum, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna her https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2362.
Hevur tú spurningar til eitthvørt, kanst tú venda tær til Lindu Lydersen, handilsleiðara, á telefon 769093