Umhvørvisstovan
Útgivið
13. maj 2026
Útgongur
9. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært

Lýsing

Umhvørvisstovan hevur tørv á dugnaligum starvsfólki at vera við til at leggja lunnar undir skipaðum arbeiði at kortleggja og virðismeta náttúru.

Løgtingslóg um náttúruvernd varð sett í gildi 1. januar 2024. Endamálið við løgtingslógini er at røkja margfeldið og tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í náttúruni, bæði fyri náttúruna sjálva og fyri náttúruna sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki nú og í framtíðini. Kapitul 4 í lógini ásetur, hvørjar heimildir landsstýrisfólkið hevur at verja náttúruøkir.

Vit sóknast eftir starvsfólki, sum hevur førleikar innan náttúrufyrisiting og -skráseting og sum á skipaðan hátt kann, saman við øðrum, menna ein skynsaman leist til skráseting og kortlegging av náttúru- og fríøkjum. Talan er um nýtt og spennandi starv.

Uppgávurnar fevna um at:

  • fáa til vega ein skipaðan leist at skráseta og virðismeta náttúru
  • menna og fremja GIS skráseting av náttúru og náttúruvirðum
  • savna yvirlit yvir og lýsa plantu- og viðarvøkstur sum hóskar til føroyska veðurlagið
  • hava umsjón við náttúruøkjum og frílendum, sum eru vard
  • luttaka í menning av skipan til aling av plantu- og viðarvøkstri
  • luttaka í fyrireiking av økisverndarmálum
  • greina samvirkan millum gróðurseting og náttúru
  • aðrar til starvsøkið viðkomandi uppgávur

Vit vænta at tú:

  • hevur viðkomandi náttúruvísindaliga útbúgving á masterstigi
  • hevur góðar førleikar at arbeiða við GIS
  • tú hevur áhuga fyri og kunnleika til náttúru og umhvørvi
  • hevur sjálvstøðugt arbeiðslag og góð samstarvsevni
  • tú ert nærløgd/nærlagdur og skipað/ur
  • ert stinn/ur í føroyskum og enskum máli á skrift og í talu

Tað er umráðandi, at tú í umsóknini lýsir tínar førleikar og royndir at røkja starvið, og at tú greiðir frá tínum hugsjónum um endamálið við nátturuskráseting og tínum væntanum til arbeiðið.

Starvssetanin er samstarv millum deildirnar Skógrøkt og Vernd á Umhvørvisstovuni. Arbeiðsstaður er á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Tann, ið verður settur, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Umsókn saman við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. juni 2026. Nærri kunning fæst við at venda sær til Sigurð í Jákupsstovu, á telefon 234388 ella við telduposti á sigurdj@us.fo.

Søk starvið her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið