Almannaverkið
Lýsing
Almannaverkið søkir nú eftir fólki til spildurnýggja sambýlið og búfelagsskapin á Mýrini í Hoyvík. Húsið er fyri fólk við menningartarni, sum flyta inn um stutta tíð. Í húsinum er pláss fyri 18 fólkum: 12 í sambýlinum niðriundir og seks fólkum í búfelagsskapinum, sum húsast uppiá. Karmarnir eru sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk.
Um størvini
- Fleiri størv at arbeiða 2. hvørt og 3. hvørt vikuskifti. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið.
- Eitt køksfólk at arbeiða 30 tímar um vikuna.
- Eitt reingerðarfólk at arbeiða 20 tímar um vikuna.
- Størvini verða sett 01.10.2023.