Almannaverkið
Útgivið
15. januar 2024
Útgongur
25. januar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið

  • Eitt starv 40 tímar um vikuna. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið, og 2. hvørt vikuskifti.
  • Avloysarar sum kunnu arbeiða, tá ið feria, sjúka og annað er.

Størvini verða sett 01.02.2024 ella skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávur
Sambýlið á Mýrini er heim fyri fólk við menningartarni. Í húsinum er pláss fyri 18 fólkum: 12 í sambýlinum niðriundir og seks fólkum í búfelagsskapinum, sum húsast uppiá. Karmarnir eru sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk.

Uppgávan er millum annað at bjóða búfólkunum ein skipaðan, mennandi og sjálvstøðugan gerandisdag, har virkað verður fyri, at tey fáa neyðugan stuðul og umsorgan, samstundis sum tey fáa upplivingar í gerandisdegnum og í frítíðini. Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og tí er tað týdningarmikið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Vit arbeiða fyri, at búfólkini fáa tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið.

Eisini fevna uppgávurnar um persónliga røkt, sum t.d. vask. Tú verður eisini kontaktpersónur hjá búfólki – hetta inniber eitt nú at hava samstarv við avvarðandi, tryggja at búfólkið fer til læknavitjanir, tannlæknavitjanir o.s.fr.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða við at menna førleikar og halda verandi førleikar viðlíka.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
2. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið