Lýsing
Almannaverkið søkir eftir tveimum námsfrøðingum til spildurnýggja Sambýlið á Reynstúni á Argjum. Húsið er fyri fólk við menningartarni og fjølbreki. Í húsinum er pláss fyri 18 fólkum. Sambýlið er skipað í tvær lonir við níggju búfólkum í hvørji lon. Karmarnir eru sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk.
Um størvini
Trý størv millum 30-40 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri at tillaga tímatalið. Arbeitt verður í skiftandi vaktum. Vaktirnar fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni og 3. hvørt vikuskifti.
Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er