Almannaverkið
Útgivið
12. oktober 2023
Útgongur
24. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eindin Barnaverndarstovnar í Almannaverkinum søkir eftir fleiri fólkum við námsfrøðiligari útbúgving og heilsufakligari útbúgving at starvast í nýggjum bú- og viðgerðarstovni fyri børn og ung í Tórshavn.

Um størvini
Talan er um fleiri størv fulla tíð at byrja 01.11.2023 ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti. Neyðugt er at hava koyrikort.

Vit kunnu bjóða tær

  • góðar treytir fyri menning av førleikum innan umsorganarsvík, m.a. við skeiðum, tvørfakligum viðgerðarfundum og supervisión
  • KRAP útbúgving
  • at vera við í einum tvørfakligum starvsfólkabólki, har arbeitt verður við KRAP, Mentalisering og Low Arousal-sosialnámsfrøði
  • góða innleiðslu, har tú verður sett/-ur inn í sosialnámsfrøðiligu viðgerðina, mannagongdir og hvussu tú arbeiðir við KRAP

Arbeiðsuppgávur
Talan er um sosialnámsfrøðiligt arbeiði, har tørvur er á at arbeiða tvørfakliga, eins og við øðrum avbjóðingum, ið børnini hava. Arbeitt verður eftir viðgerðarætlanum og námsfrøðiligum arbeiðsháttum, sum verða nýtt á stovninum og mannagongdum, sum eru partur av námsfrøðiligu viðgerðini hjá barninum.

Arbeiðsuppgávurnar og málini eru at virka fyri, at børnini fáa rættstundis og javnbjóðis møguleikar, soleiðis at tey fáa bestu og røttu viðgerðina. Uppgávan er at hava umsorgan og at geva teimum eitt heimligt umhvørvi og námsfrøðiliga viðgerð, soleiðis at tey fáa teir neyðugu menningar-møguleikarnar at standa seg í lívinum.

Arbeitt verður út frá KRAP-arbeiðsháttinum, sum inniheldur sosialnámsfrøðilig og sálarfrøðilig háttaløg og tekur útgangsstøði í kognitivum viðgerðarhættum. Umframt hetta verður arbeitt út frá Mentalisering, Low Arousal og Boardmaker.

Væntanir
Vit vænta, at tú ert fakliga væl fyri, og at tú hevur góðar skrivligar førleikar umframt kt-førleikar á brúkarastøði.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum, Barnaverndarstovnar. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelag Føroya

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 24.10.2023 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Julionnu Næs Olsen, eindarleiðara, á tlf. 297426 ella Erling Pætur á Argjagarði, leiðara, á tlf. 297489.

sí lýsing her

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið