Lýsing
Almannaverkið søkir eftir starvsfólkum at starvast á nýggjum bú- og viðgerðarstovni í Klaksvík, sum er fyri ung fólk við autismu.
Um størvini
Størvini eru fulla tíð og byrjað verður skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er at gera avtalu um eitt sindur niðursett arbeiðsbrot, um ynski er um tað.
Arbeiðs- og tænastustaðurin er Mýrivegur 13, kj. í Klasvík. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, allar dagar í vikuni. Miðað verður eftir, at arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti.
Førleikar
Søkt verður eftir fólki við námsfrøðiligari útbúgving, ergoterapeuti ella fólki, sum hava arbeiðsroyndir innan økið. Um ikki nóg nógv við útbúgving søkja, kunnu størvini verða sett við hjálparfólki.
Neyðugt er at umsøkjarar megna at samskifta á føroyskum, bæði munnliga og skrivliga. Neyðugt er at hava koyrikort.