Lýsing
Vit gleða okkum at lata upp eina nýggja Sunset Boulevard matstovu í Runavík, og leita vit nú eftir ágrýtnum og tænastusinnaðum starvsfólkum til okkara toymi.
Matstovan letur eftir ætlan upp á heysti 2025, og hava vit tørv á starvsfólkum bæði at starvast fulla tíð og parttíð.
Sum starvsfólk hjá okkum kemur tú at avgreiða kundar við kassan, gera mat og aðrar fyrifallandi uppgávur.
Týdningarmiklasta uppgávan hjá okkara starvsfólkum er at geva kundunum eina góða uppliving, so góða, at teir hava hug at koma aftur.
Tí er umráðandi, at vit átaka okkum tær ymsu uppgávurnar við einum smíli 🙂
Vit vænta av okkara nýggju starvsfeløgum, at teir:
- Eru tænastusinnaðir og dáma væl at arbeiða við kundum
- Eru tilvitaðir um reinføri, góðsku og heilsufrøði
- Eru ágrýtnir og duga at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Kunnu samskifta væl á føroyskum og helst eisini á enskum
Vit kunnu bjóða:
- Góða upplæring í matstovuni í SMS í Tórshavn
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi
- Møguleikar fyri persónligari og fakligari menning
- Fleksiblar arbeiðstíðir
- møguleiki at finna eina arbeiðstíð, sum passar tær
- Starvsfólkaavsláttur og aðrar fyrimunir
Um tú hevur áhuga at gerast partur av okkara toymi í Runavík, kanst tú senda okkum tína umsókn og CV umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2355 har tú eisini greiður frá, hvørjum tú ert áhugað/ur í.
Freistin at søkja er sunnukvøldið 24. august 2025 á midnátt.
Ynskiligt er, at tú kanst byrja um miðjan oktobur.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Katrin Káradóttir á telefon 233425.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!