SP/F OMANÁ
Útgivið
12. september 2022
Útgongur
30. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í næstum letur eitt nýtt og spennandi kondittarí við ísframleiðslu upp í SMS, og leita vit eftir sølufólkum, ið vilja vera við at lyfta tænastustøðu frá byrjan.

Í Omaná fara vit at selja køkur og ís út úr húsinum, samstundis sum tað verður møguligt at njóta ein kopp av kaffi og eitt stykki av køku í hugnaligu kafeini.

Sum starvsfólk í Omaná verður tín uppgáva at avgreiða og vegleiða kundar við kassarnar, at gera og borðreiða drykkjuvørur, og annars at syrgja fyri, at kafein er rein og ruddilig.

Vit vænta av tær, at tú ert fyrikomandi og smílandi av lyndi, at tú dugur at arbeiða skipa, at hava yvirlit, og at tú hevur tænastusinni.
Afturfyri kunnu vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, har samstarv og kundatænasta er í miðdeplinum.

Vit leita eftir starvsfólkum til parttíðarstarv nakrar seinnapartar um vikuna og annaðhvønn leygardag.

Starvið hóskar seg væl til tín, ið gongur í skúla ella av aðrari orsøk hevur frí seinnapartar.

Ert tú áhugað/ur í at gerast partur av toyminum frá byrjan, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2201.

Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Malene Fisker Waag, stjóra, á telefon 787912.

Vit ímynda okkum, at tú kanst byrja í starvinum áleið 26. septembur 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið