Lýsing
Til nýggja kondittaríið og ísframleiðsluna í SMS leita vit eftir einum sølufólki, ið kann vera við at lyfta tænastustøði frá byrjan.
Sum starvsfólk í Omaná verður tín uppgáva at avgreiða og vegleiða kundar við kassarnar, at gera og borðreiða drykkjuvørur, og annars at syrgja fyri, at kafein er rein og ruddilig.
Vit vænta av tær, at tú ert fyrikomandi og smílandi av lyndi, at tú dugur at arbeiða skipa, at hava yvirlit, og at tú hevur tænastusinni.
Afturfyri kunnu vit bjóða eitt gott arbeiðsumhvørvi, har samstarv og kundatænasta er í miðdeplinum.
Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna, mánadag til fríggjadag og annaðhvønn leygardag.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Anniku Samuelsen, á telefon 273934.
Vit síggja gjarna, at tú kanst byrja til upplæring sum skjótast 🙂
Tú søkir starvið við at senda nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2211.
Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.