P/F Poul Michelsen
Útgivið
5. juli 2024
Útgongur
18. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú ágrýtin, virkin, fyrikomandi og hevur hug at royna okkurt nýtt? So ert tú kanska tann rætta/rætti at byrja í osta pakkideildini hjá okkum.

Vit søknast eftir einum fólki, at arbeiða uml. 35-40 tímar um vikuna. Starvsøkið er í høvuðsheitum at skera og pakka ost og annað, til kundar okkara, um alt landið. Starvið krevur, at ein er væl fyri kropsliga.

Starvið er tímalønt og lønt sambært sáttmála við Havnar Arbeiðskvinnufelag / Havnar Arbeiðarafelag.

Um hetta hevur vakt tín áhuga, so send eina umsókn til P/F Poul Michelsen, Hoyvíksvegur 74, Postrúm 200, FO-110 Tórshavn ella á teldupostadr. starv@pm.fo

Umsóknarfreistin er 18. juli 2024. Ætlanin er, at tú byrjar skjótast gjørligt.

Vinarliga vend tær til Súsannu Simonsen, leiðsluskrivara á tlf. 764623, ella teldupostadr. susanna@pm.fo um tú hevur spurningar um starvið.

 

P/F Poul Michelsen
________________________________________________________________

P/f Poul Michelsen ella bara PM, sum heilsølan ofta verður nevnd millum manna, varð stovnað í 1974. og hevur sítt virkisøki og kundar kring alt landið. PM er skipað í 5 deildir: Søludeild, Innkeyps-, Fíggjar-, Goymslu- og flutningsdeild.

PM eigur trý dótturfeløg: Flutningsfyritøkuna Atlas Flutningur, sum koyrir kring alt landi, PM Pluss, sum tekur sær av vegleiðing til og at reka virkiskantinur, reingerð av stovnum, skrivstovum, handlum, vinnu- og framleiðslufyritøkum, Veitsla.fo, ið útleigar alt til veitslur og P/f Kjøtbúðina, sum millum annað framleiðir tí vælumtóktu rullupylsuna, kjøtpylsu, kjøt– og fiskafars.

Hjá PM eru umleið 46 ársverk, Atlas flutningi, 11 ársverk, PM Pluss 72 ársverk og Kjøtbúðuni 8 ársverk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið