Lýsing
Vilt tú brúka tínar førleikar at gera mun í samfelagnum og dámar tær at arbeiða við avbjóðandi uppgávum? So er tað møguliga tær vit leita eftir. Á Landsverki kanst tú hava ávirkan á framtíðar infrakervi, bæði við smærri verkætlanum og størri samfelagsútbyggingum.
Um starvið
Vit leita eftir dugnaligum starvsfelaga, sum skal standa á odda fyri at menna Samferðsluætlanina. Samferðsluætlanin er ein viðgerð av tørvinum innan framtíðar samferðslu, sum m.a. gevur faklig tilmæli til, hvørjar íløgur vera neyðugar at gera í samferðsluna komandi árini.
Samferðsluætlanin verður útgivin leypandi í styttri temabløðum. Síðani 2023 hevur Landsverk útgivið 3 temahefti, sum viðgera kostnaðarmetingar, ferðafólkaferðslu og ábæra ferðslu. Arbeiðið byggir á heimsmálini hjá ST og teirra skilmarking av burðardyggari menning, ið tekur samfelagslig, búskaparlig og umhvørvislig atlit.
Samferðsluætlanin verður skrivað í samstarvi við starvsfelagarnar á deildini. Tú fært ábyrgd av at taka viðkomandi uttanhýsis samstarvspartar við í arbeiðsgongdina, og at samskipa og seta karmar fyri samstarvinum við teir. Harumframt fevnir arbeiðið um research og greining, umframt at framleiða innihald. Tú verður eisini við til at miðla íblástur og tilmæli frá Samferðsluætlanini til t.d. politikarar, miðlar og borgarar.
Á deildini býta vit uppgávurnar út frá samlaðu førleikunum í toyminum. Alt eftir tínum royndum og førleikum fert tú, umframt arbeiðið við Samferðsluætlanini, at arbeiða við øðrum uppgávum á deildini, so sum ferðslutrygd, haldføri av vegakervinum, framtíðarrák innan flytføri v.m.
Í starvinum hevur tú eisini møguleika at luttaka í norðurlendskum samstørvum, ið arbeiða við at deila vitan og royndir, sum kunnu stuðla undir fakliga menning av stovninum.
Vit vænta, at tú
- Dugir at samskipa nýggjar uppgávur og verkætlanir
- Megnar at arbeiða í samansettum arbeiðsgongdum og tryggja framgongd og fakliga góðsku í uppgávuloysnum
- Dugir at miðla tað torgreidda á ein áhugaverdan hátt til ymiskar málbólk
- Hevur góðar samskiftisførleikar í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Samstarvar væl við ymiskar fakbólkar
- Ert nýhugsin og dámar at hava ábyrgd
Tín fakliga bakgrund er ikki avgerandi, tú kanst t. d. vera verkfrøðingur, býarplanleggjari, búskaparfrøðingur ella samfelagsfrøðingur.
Vit bjóða
Tú verður partur av Deildini fyri Infrakervi, har vit hava ábyrgd av at menna og útbyggja infrakervið og planleggja flytføri í samstarvi við m.a. politisku skipanina. Vit planleggja, kravfesta og góðkenna havnir, lendingar og landsvegir og tryggja at hesi spæla væl saman, og hava harumframt myndugleikaviðgerð, uppmátingar, innsavnan av ferðslu- og veðurdátum og uppgávur innan tilbúgvingarøkið.
Vit bjóða eitt starv, har tú hevur ávirkan á títt ábyrgdarøki og kanst menna tínar førleikar. Tú fært stóra ábyrgd, sum verður tillagað til tínar royndir. Vit hava nógvar týðandi uppgávur, sum skulu loysast, og bjóða samstundis smidligar karmar um arbeiðið. Vit hava virðing fyri yrkiskunnleikanum og íkastinum hjá hvør øðrum. Vit hava eitt óhátíðarligt samstarv, har opin samrøða og álit myndar gerandisdagin.
Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv, tó við møguleika fyri nakað niðursettari tíð, um tað ynskist. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Tú mást tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. november 2025.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til leiðaran á Infrakervi, Dan Sofus Hofgaard á tlf. 290873 ella daho@lv.fo