NET
Útgivið
3. maj 2024
Útgongur
20. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið
Radiodeildin umsitur og rekur loftbornu skipanirnar hjá Føroya Tele-samtakinum og veitir tænastur til føroyskar og útlendskar veitarar av loftbornum skipanum.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar, og ongin dagur er eins. Alt frá kontórarbeiði til spennandi arbeiði í fjøllum ein góðveðursdag. Tú kemur at arbeiða við mest framkomnu tøknini og tólunum, sum finnast.

Starvið fevnir í stóran mun um allar rakstrar- og menningaruppgávur hjá Radiodeildini. Tó kemur fartelefonkervið at mynda stóran part av arbeiðsdegnum. Tú verður partur av toymi, sum arbeiðir við spennandi og avbjóðandi uppgávum.

Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, men arbeiðsøkið er um alt landið; til tíðir eisini í fjøllum og mastrum.

Um teg
Vit vænta, at tú hevur tøknifrøðiliga útbúgving; tað verið seg elektronikkteknikari, radioteknikari, elektroverkfrøðingur, elektrikari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving.

Vit ímynda okkum, at tú hevur góðan teldukunnleika, leggur dent á nærlagni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í tøttum samstarvi við onnur.

Setanarviðurskifti og freist
Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, og starvið verður sett eftir nærri avtalu.

Um hetta er starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi mánadagin 20. mai 2024.

Søk starvið her.

Vilt tú hoyra meira?
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja ella skriva til Petur Meinhard Jacobsen, deildarleiðara, á 243641 og pmj@net.fo. Eisini ber til at ringja til Starvsfólkadeildina á 243009.

Stutt um NET
NET er dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum. Uppgávan hjá NET er at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum.

56 starvsfólk arbeiða á NET, sum hevur høvuðssæti í Klingruni í Hoyvík, men hevur virksemi í øllum landinum. Óansæð hvar vit eru stødd, raðfesta vit arbeiðsumhvørvið høgt og syrgja fyri, at øll eru bundin saman.

Líknandi størv

Barrleiðari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
Barrtænari til ’Tubbak’   Faroe Islands nýtt
6. februar 2026
6. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið