Lýsing
Um størvini
Vit bjóða ábyrgdarfull størv við góðum arbeiðsumhvørvi, og frálíkum starvsfeløgum.
Á G1 Intensiv/skaðastova er talan er um fastlønt starv frá kl. 07,00 – 15,00 og annað hvørt vikuskifti og halgidagar.
Tímatalið er 28 tímar um vikuna á starvsbrøki 0,70
Á G3 er eisini talan um fastlønt starv, gerandisdagar millum 13,00 – 20,00
Tímatalið er 35 tímar um vikuna.
Vegna byggiarbeiði í B-bygninginum, verða møguligir resttímar brúktir aðrastaðni í húsinum.
Samskifti kann vera við sjúklingar, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan.
Í samband við, at nýggi H – bygningurin verður tikin í nýtslu, skal viðkomandi tola møguligar broytingar í starvinum.
Vit vænta, at umsøkjarar hava:
- Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
- Kann arbeiða sjálvstøðugt
- Eru fyrikomandi arbeiðssom/samur
Upplýsingar:
Ynskiligt er, at tú viðmerkir í umsóknini hvat fyri starv verður søkt.
Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja á tlf. 304500, lokal 1245 ella 1240.