Lýsing
Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólki til reingerð á seingjardeildunum G4, B6 og B8. Talan er um fastlønt størv í skiftandi vaktum at byrja skjótast gjørligt ella eftir avtalu.
Um størvini
Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um at borðreiða máltíðir til sjúklingar, og reingerð av sjúkrastovum og felagshølum. Starv sum reingerðarfólk á seingjardeildunum inniber eisini, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar.
Á G4 er talan er um fastlønt størv í skiftandi vaktum, dag, kvøld og vikuskifti, har arbeitt verður 2. hvørt vikuskifti. Tímatalið er umleið 32,5 tímar um vikuna.
Á B6 er talan er um fastlønt størv í skiftandi vaktum, dag, kvøld og 3. hvørt vikuskifti. Tímatalið er umleið 33 tímar um vikuna.
Á B8 er eisini talan um fastlønt størv í skiftandi vaktum, dag, kvøld og 2. hvørt vikuskifti. Tímatalið er umleið 25 tímar um vikuna.
Samstundis søkja vit eisini eftir summarferiuavloysarum og avloysarum annars, sum kunnu taka vaktir av og á, eisini bert í vikuskiftum.
Førleikar
- Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
- Fyrikomandi og kanst arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða
- Ábyrgdarfull størv við góðum arbeiðsumhvørvi, og frálíkum starvsfeløgum
- Felags innleiðslu og upplæring
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Setanarstaðið er Tænastudepilin/Tænastudeidlin.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Súsannu Nolsøe, menningarsamskipara, á tlf. 304500, lokal 1245 ella á t-post susanna.nolsoe@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 13.06.2022.
Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn. Vinarliga viðmerk í umsóknini, hvat fyri starv tú søkir.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.