Lýsing
Tænastudeildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir 2 starvsfólkum til reingerð í H-bygninginum, at byrja skjótast til ber.
Talan er um 2 fastlønt, fulltíðarstørv, har arbeitt verður gerandisdagar kl 8-16.
Um størvini
Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um vanliga reingerð, har starvsfólkini millum annað skulu gera reint, støva av, vaska gólv, vaska vesi, o.a. Handverkaraarbeiðið í H-bygninginum er enn í gongd, so reingerðin er við til tað dagliga viðlíkahaldið av bygninginum.
Tá H-bygningurin verður tikin í nýtslu, verður arbeiðið umskipað til aðrar reingerðaruppgávur á Landssjúkrahúsinum. Tá verða arbeiðstíðirnar broyttar, og talan verður eisini um vikuskiftis- og møguliga kvøldvaktir. Dagligt samskifti er tá eisini við sjúklingar, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan. Tí skal tann, ið fær starvið, tola broytingar í starvi og starvsinnihaldi.
Arbeiðsuppgávurnar umfata í høvuðsheitum reingerð eftir galdandi reglum. Neyðug upplæring innan økið verður givin, og tú fert at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum.
Vit vænta, at umsøkjarar hava:
- góðan røkjuskap og ábyrgdarkenslu
- eru fyrikomandi og kunnu arbeiða sjálvstøðugt
- ganga høgt upp í reinføri
Upplýsingar
Vilt tú vita meira um størvini, ber til at venda sær til Súsannu Nolsøe, menningarsamskipara á tlf. 304500, lokal 1245 ella skriva til teldupost: susanna.nolsoe@ls.fo