P/F Smyril-Line
Útgivið
2. januar 2024
Útgongur
10. marts 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Í siglandi toyminum umborð á Norrönu leggja vit stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum góðar upplivingar.

Starvið sum reingerðarfólk fevnir um ymiskar reingerðaruppgávur, ið viðvirka til at halda skipið reint og snotiligt, og at taka ímóti gestum og fyrispurningum við einum smíli. Tú verður partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.


Vit virðismeta títt virkni, tína jaligheit og at tú heldur, at eitt reint skip og hjálpsemi ger allan munin. Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.

Starvssetan- og treytir
Størvini eru fyribils tíðaravmarkað frá miðjan mars 2024 til seinast í oktober 2024, men við møguleika fyri at leingja setaninar.

Tú kemur at arbeiða skiftandi túrar tvs. bæði longri túrar á 4 vikur umborð, styttri túrar og vikuskiftistúrar. Tú siglur 1:1, ið merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær komandi 4 vikurnar heima.

Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.

Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.

Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 10. mars 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

 søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Dugnaligu leiðararnir í reingerðartoyminum, Joan Ólavsdóttir og Rudolfo Castro, vita meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja til teirra á tel. 344885 ella senda teimum ein fyrispurning umvegis ahmanager@norrona.fo.

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Eystnes, Hvítanes, Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið