Lýsing
Kundi tú hugsa tær eitt starv við útsýnið yvir øllum Atlantshavinum? So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av siglandi toyminum umborð á Norrönu, har vit leggja stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum framúrskarandi upplivingar.
Starvið sum reingerðarfólk fevnir um ymiskar reingerðaruppgávur, ið viðvirka til at halda skipið reint og snotiligt, umframt at taka ímóti gestum og fyrispurningum við einum smíli. Tú verður partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.
Tú
Vit virðismeta títt virkni, tína jaligheit og at tú heldur, at eitt reint skip og hjálpsemi ger allan munin. Trygdin hevur stóran týdning umborð, og tí er týdningarmikið, at tú dugir at orða teg á enskum.
Starvssetan- og treytir
Talan er um eitt fast starv við starvsbyrjan er 10. Januar 2025
Tú siglur 1:1, ið merkir, at tú er 4 vikur umborð, men fær eisini løn tær 4 vikurnar meðan tú er heima.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 10. desembur 2024. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.
Dugnaligu leiðararnir í reingerðartoyminum, Joan Ólavsdóttir og Rudolfo Castro, vita meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja til teirra á tel. 344885 ella senda teimum ein fyrispurning umvegis ahmanager@norrona.fo.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.