Lýsing
RenoVent sóknast eftir starvsfólkum til okkara vaksandi virksemi.
Ert tú:
- Rørsmiður
- Blikksmiður
- Maskinsmiður
- Verkfrøðingur
- Byggifrøðingur
- Maskinmeistari
- Elektrikari
- Kølimontør
Hava vit brúk fyri tínum royndum?
Vit forvanta av tær, at tú ert álítandi, dugir at samstarva og ger eitt gott arbeiðið.
Vit bjóða
- Góðar arbeiðsumstøður og viðkomandi útgerð
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- Jaligt og óformelt arbeiðsumhvørvi
- Dugnaligar starvsfelagar
- Møguleika fyri persónligari og fakligari menning
Størvini verða sett skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu.
Løn eftir aftalu ella sambært avtalu við avvarðandi yrkisfelag
Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Hans Jákup Olsen, tel. 29 11 00 ella hjo@renovent.fo.
Um RenoVent
Renovent byrjarði sítt virksemi í 1996 við at viðlíkahalda ventilatiónsverk. Skjótt vaks virksemið og byrjaðu vit at gera alt innan HVS, ventilatión, bygningskanningar og byggitekniska ráðgeving. Í dag arbeiða vit við at projektera, ráðgeva og servicera vinnulívið á sjógvi og landi, umframt størri fyritøkur og stovnar.