Navigare
Útgivið
1. maj 2022
Útgongur
7. maj 2022
Staður
Við Trøllaklett 21, Søldarfjørður, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú áhugað/ur í fjølbroyttum bókhaldsarbeiði? Vit leita eftir ágrýtnum og álítandi starvsfólki til roknskapardeildina at byrja skjótast gjørligt.

Starvið
Í hesum starvinum kemur tú at røkja fjølbroyttar bókhaldsuppgávur, lønarumsiting og aðrar fyrifallandi skrivstovuuppgávur. Á roknskapardeildini, ið er í Søldarfirði, starvast í dag fýra starvsfólk.

Vit leggja dent á, at tú:

  • Hevur royndir við bókhaldsarbeiði og lønarumsiting
  • Hevur góðan telduførleika m.a. excel
  • Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Hevur góðan røkjuskap
  • Hevur tú kunnleika til Navision (NAV), er hetta ein fyrimunur

 

Vit kunnu bjóða:

  • Góðar arbeiðsumstøður í nýggjum skrivstovuhølum
  • Ein spennandi gerandisdag við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum
  • Møguleika at seta tín dám á og vera partur av framhaldandi menning av núverandi og nýggjum skipanum
  • Eitt gott og stórt toymi við drúgvum royndum

 

Um okkum
Navigare Shipping varð stovnað í 1966 og fevnir í dag um 160 starvsfólk, 11 skip og trý skip í fastari sigling fyri okkum. Virksemi felagsins er í høvuðsheitum farmasigling í Norðurevropa. Í umsitingini starvast 25 fólk, av hesum eru 14 á høvuðsskrivstovuni í Søldarfirði.

Sí meira kunning á: www.navigare.fo

Lønar- og setanartreytir
Arbeiðsplássið er á høvuðsskrivstovuni í Søldarfirði.
Løn verður sett eftir avtalu, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Fá meir at vita við at venda tær til Johannu Olsen, roknskaparleiðara, á tlf. 523037 ella t-post johanna@navigare.fo

Umsókn:
Umsókn við prógvi, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til info@navigare.fo seinast  15. mai 2022

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið