Rumbul
Útgivið
9. september 2025
Útgongur
23. september 2025
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Í heyst letur Rumbul upp í Runavík – ein stórur og spennandi handil við øllum, tú kanst ímynda tær! Vit selja alt frá gerandisvørum og vørum til djór, til bilvask og vakurleika- og hárrøkt – alt fyri ein bíligan penga, sjálvandi.

Nú leita vit eftir fryntligum og røskum starvsfólkum, sum hava hug at vera við frá byrjan og seta sítt dám á handilin.

Vit søkja:

  • Starvsfólk, sum kunnu starvast fulla tíð.
  • Starvsfólk, sum kunnu starvast onkrar seinnapartar og leygardagar.

Arbeiðsuppgávur:

  • Veita eina framúr kundatænastu.
  • Fylla vørur upp og tryggja, at handilin sær væl út.
  • Hjálpa til við at halda handilin ruddiligan og innbjóðandi.

Vit vænta av tær:

  • At tú ert fryntlig/-ur, røkin og ábyrgdarfull/-ur.
  • At tú hevur hug at arbeiða í einum livandi og fjølbroyttum umhvørvi.
  • At tú ert tænastusinnað/-ur og arbeiður væl í einum toymi.

Kundi tú hugsað tær at verið við frá byrjan í nýggja og spennandi Rumbli? So er einki at bíða við! Send okkum eina umsókn, har tú fortelur, hvørjum tú ert áhugað/-ur í, og hvat tú hevur at bjóða.

Freistin at søkja er týsdag 23. septembur á midnátt, og ynskiligt er, at tú kanst byrja í oktobur 2025.

Tú søkir starvið umvegis leinkjuna her: https://sms.totalview.cloud/recruitment/Application/Index/2360

Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Mariu Dalbúð, handilsleiðara, á telefon 593410. Vit gleða okkum at hoyra frá tær! 🙂

Líknandi størv

Elektrikari til Teknisku deild   Faroe Islands nýtt
11. september 2025
11. september 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið