Atlantic Airways
Útgivið
15. oktober 2024
Útgongur
28. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit hava eitt starv leyst innan safety managaement hjá Atlantic Airways. Hevur tú viðkomandi royndir og førleikar við safety management skipanum, er hetta møguliga eitt starv, sum hevur tín áhuga.

Sum partur av okkara safety-toymi sleppur tú at royna teg í avbjóðandi starvi í framtakshugaðari fyritøku.

Starvið
Tú verður partur av toymi, sum tekur sær av trygdini/safety management hjá felagnum. Uppgávan verður fyrst og fremst at samstarva við allar deildir felagsins og halda eyga við innanhýsis fráboðanum, skrásetingum og uppfylging av fráboðanum.

Tað er tí partur av uppgávuni at:

  • seta teg inn í lógarverkið fyri økið
  • avgreiða uppfylgingararbeiði
  • seta teg inn í allar mannagongdir
  • samskipa, íverkseta og viðlíkahalda safety management skipanina/økið
  • ráðgeva og vegleiða í váðametingum
  • viðlíkahalda skipanir, sum arbeitt verður í

Afturat hesum eru eisini aðrar fyrifallandi uppgávur. Tú arbeiðir tætt saman við tínum leiðara og safety officers og syrgt verður fyri, at tú fært neyðuga frálæru.

Um teg
Tað er ein fyrimunur at hava royndir og førleikar við safety - góðskustýring.

Fyri at trívast og eydnast í hesum starvinum skalt tú harumframt:

  • hava lætt við at seta seg inn í og skilja lógartekst
  • arbeiða skipað, vera røkin og hava yvirlit
  • dáma at viðgera uppgávur nágreiniliga
  • duga væl at samskifta á bæði føroyskum, donskum og enskum
  • kunna arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum vera fleksibul
  • megna at halda ásettar freistir

Afturat hesum er tað eitt krav at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).

Arbeiðsstaður og -tíð
Starvsstaðurin er á flogvøllinum. Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir verða ásett eftir nærri avtalu.

Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú hug at søkja starvið, trýstir tú her. Umsóknarfreistin er tann 28. oktobur 2024. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Eystein í Løðu, trygdarleiðara, tel. 213 146, t-postur eystein@atlantic.fo, ella Elina Sigvardsen, HR leiðara, tel. 213 702, t-postur: elin@atlantic.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið