Almannaverkið
Útgivið
27. juni 2023
Útgongur
9. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini

  • Eitt farloyvisstarv 34,5 tímar um vikuna frá 01.08.2023 til 01.08.2024. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti.
  • Størv at arbeiða sum avloysari at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður sum avloysari í sambandi við sjúkrafráveru, feriu og avspáking hjá fólki í føstum størvum.

Arbeiðsuppgávur
Á Sambýlinum á Blikagøtu búgva 12 fólk við menningartarni og fjølbrek, sum hava tørv á námsfrøðiligum stuðli og røkt. Sambýlið er á einari hædd, har búfólkini hava hvør sína íbúð umframt felagshøli.

Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vit arbeiða fyri, at búfólkini fáa tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið.

Eisini fevna uppgávurnar um persónliga røkt. Tú verður eisini kontaktpersónur hjá búfólki – hetta inniber eitt nú at hava samband við avvarðandi, læknavitjanir o.s.fr.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðum borgarans. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar viðlíka.

sí lýsing her

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið