Lýsing
Um størvini
- Eitt starv í brøki 0,8 at byrja 01.12.2023 ella skjótast gjørligt
- Eitt farloyvisstarv í brøki 0,8 at byrja 01.02.2024 til 31.01.2025
- Eitt farloyvisstarv fulla tíð at byrja 01.03.24 til 28.02.25
Arbeiðstíðin í øllum størvunum er í skiftandi vaktum, t.v.s. dag- kvøld- og náttarvaktum.
Førleikar
Útbúgving sum námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur ella sum heilsurøktari. Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur viðkomandi royndir at arbeiða við fólki, sum hava sálarsjúku.
Arbeiðsuppgávur
Í sambýlinum Eiðisgarður búgva 10 fólk, sum hava sálarsjúku. Høvuðsendamálið er at geva húsfólkunum góðar liviumstøður, har dentur verður lagdur á góðan trivnað millum borgarar og starvsfólk.
Arbeiðsuppgávurnar eru at leggja tað heilsufakliga, sosialnámsfrøðiliga og tað praktiska arbeiðið á Eiðisgarði til rættis og at skapa karmar fyri einum mennandi umhvørvi. Í arbeiðinum skalt tú taka støði í tí einstaka fólkinum og leggja arbeiðið til rættis soleiðis, at húsfólkini kunnu nýta sínar førleikar til fulnar.
Við virðing fyri serliga tørvinum og førleikastøðinum hjá tí einstaka skalt tú skapa góðar umstøður fyri menningarmøguleikum á øllum økjum.
Eisini er uppgávan at veita umsorgan á fakliga høgum støði og at skapa eitt umhvørvi, har sosial samvera, tryggleiki og lívsvirði eru í hásæti.
Væntanir til umsøkjarar
Væntað verður, at tú ert faklig/ur, tolin, rúmlig/ur av lyndi, dugir at siga frá, kanst vera avgjørd/ur og tekur útgangsstøði í jaligari menniskjafatan. At tú við viðurkennandi atburði fær borgarin at kenna seg virdan, hoyrdan, sæddan og tiknan í álvara.
Vit vænta, at tú ert ágrýtin og hevur hug og hegni at arbeiða í einum fakliga mennandi umhvørvi og sær týdningin av góðum samstarvi. Eisini verður væntað, at tú dugir at læra frá tær og arbeiða sjálvstøðugt.
Væntað verður, at tú ert við til at hækka og dygdarmenna tað fakliga støðið á staðnum og ert opin fyri nýhugsan og fakligari menning.
Eisini vænta vit, at tú hevur evni og hegni til málsligt og skrivligt samskifti og at tú hevur KT-førleika á brúkarastøði.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum í eindini Likamligt brek. Tey, ið verða sett, mugu tola broytingar í starvinum, og at starvið kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Heilsurøktarafelagið.
Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á tann grøna knøttin "Søk starvið".
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 22.11.2023 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Selmu Augustinussen, leiðara á tlf 297811 ella Elken Holm Wentzlau, leiðara á tlf. 297800.
Um tænasturnar í Suðuroynni
Tænastur hjá Almannaverkinum í Suðuroynni eru savnaðar í Trivnaðardeplinum. Talan er um dag- og samdøgurstilboð, sambýlir, vart verkstað, frítíðartilboð, Dag- og umlættingartilboð og stuðulsfólk. Borgarar, sum fáa tænastu í Suðuroy eru børn, ung og vaksin, við ymiskum avbjóðingum innanfyri sálarsjúku, menningartarn, autismu, seinheilaskaða og skerdum arbeiðsførleikum.