Lýsing
Um størvini
- Tvey størv 32 tímar um vikuna, har arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti. Byrjað verður skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er at fáa fulla tíð, um ein kann arbeiða 2. hvørt vikuskifti.
- Eitt starv 12 tímar um vikuna, har arbeitt verður 4. hvørt vikuskifti og einstakar dagvaktir. Byrjað verður skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.
- Avloysarastarv til dagvaktir at byrja skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu.
Arbeiðsuppgávur
Sambýlið Fjálgalon er ein røktarbústovnur fyri tilkomin og eldri fólk við sálarsjúku. Sambýlið er nýumvælt og er staðsett á Eirargarði. Har búgva 8 fólk.
At arbeiða við eldri borgarum við sálarligum avbjóðingum er spennandi. Tað krevur at tú ert tolin og rúmligur, og hevur eyga fyri møguleikum.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum at veita røkt, umsorgan og praktiska hjálp til dagligar uppgávur. Eisini verður arbeitt við at menna eitt umhvørvi, sum er gott og trygd fyri búfólkini.
Á deildini arbeiða sjúkrarøktarfrøðingur, pedagogar, heilsurøktarar og onnur. Í mun til tvørfakliga arbeiði leggja vit dent á virðing og opinleika og at duga at læra frá sær.