Almannaverkið
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
28. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini

- Eitt starv 30 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í vaktum, sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.

- Starvsfólk at arbeiða 3. hvørt vikuskiftið at byrja eftir avtalu. Hetta hóskar væl til lesandi.

Arbeiðsuppgávur
Á sambýlinum búgva vaksin fólk við menningartarni og autismu. Tey hava hvør sítt kamar umframt atgongd til felags køk, stovur, baðirúm, vaskirúm, massasjurúm og venjingarrúm. Búfólkini kunnu eftir førimuni luttaka í húsliga arbeiðinum. Flestu av búfólkunum hava dagtilboð.

Høvuðsuppgávan er at veita námsfrøðiligan stuðul og grundleggjandi heilsurøkt. Arbeitt verður heilsufremjandi og fyribyrgjandi í samráð við búfólkið, aðrar fakbólkar, leiðslu og avvarðandi.

Uppgávan er eisini at vera við til at leggja arbeiðið til rættis á arbeiðsplássinum, og at arbeiða eftir ávísum leisti, har støði verður tikið í tí einstaka búfólkinum.

Vit leggja okkum eftir at arbeiða við støði í møguleikum heldur enn forðingum, og harafturat arbeiða vit tvørfakliga, so búfólkið fær tænastu á høgum støði. Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur eru partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum búfólk og starvsfólk.

Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar viðlíka.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið