ALMANNAVERKIÐ
Lýsing
Almannaverkið søkir eftir einum starvsfólki til Sambýlið Mylnutún í Klaksvík. Í sambýlinum búgva 12 fólk, ið hava hvør sína íbúð umframt atgongd til felags køk og stovu.
Í arbeiðinum verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim fyri borgararnar og at menna virkis- og førleikastøðið hjá tí einstaka út frá hansara egnu fortreytum.
Um starvið
Talan er um eitt barsilsfarloyvisstarv 30 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt og til 31.10.2023. Arbeiðstíðirnar eru í skiftandi vaktum gerandisdagar og 3. hvørt vikuskifti.