Almannaverkið
Útgivið
14. maj 2025
Útgongur
28. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Um starvið
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv 30 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu og fram til 01.09.2026. Arbeiðstíðirnar eru í vaktum gerandisdagar og 3. hvørt vikuskifti. Starvsstaðurin er í Klaksvík.

Arbeiðsuppgávur
Í sambýlinum búgva 12 fólk, ið hava hvør sína íbúð umframt atgongd til felags køk og stovu. Í arbeiðinum verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim og at menna virkis- og førleikastøðið hjá tí einstaka út frá teirra egnu fortreytum.

Endamálið er, at fólkini kunnu fáa møguleika at liva eitt so virkið og sjálvstøðugt lív, sum til ber. Somuleiðis verður dentur lagdur á at hava ávirkan á og ábyrgd av egnum viðurskiftum í gerandisdegnum. Búfólkini eru eftir førimuni við í húsliga arbeiðinum at vaska klæðir, gera reint og keypa inn.

Arbeiðsuppgávurnar eru at virka fyri, at búfólkini fáa neyðugan stuðul og umsorgan, soleiðis at tey fáa ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Eisini er uppgávan at hjálpa teimum at gerast sjálvbjargin í egnari íbúð. Tú verður við í arbeiðinum at leggja til rættis námsfrøðiliga og heilsufakliga arbeiðið á sambýlinum.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið