Almannaverkið
Lýsing
Um starvið
Søkt verður eftir fólkum at arbeiða triðja hvørt vikuskifti og at arbeiða sum avloysari í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu, avspáking og øðrum.
Byrjað verður skjótast gjørligt. Arbeiðstíðirnar verða í skiftandi vaktum, t.v.s. dag-, kvøld- náttar- og vikuskiftisvaktum.
Førleikakrøv
Søkt verður eftir námsfrøðingum ella fólkum við námsfrøðiligari útbúgving. Eldhugur og námsfrøðiligt innlit í avbjóðingarnar hjá fólki við autismu eru neyðugir førleikar. Um ongin við nevndu útbúgvingum søkir, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki.