Lýsing
Um starvið
Almannaverkið søkir eftir starvsfólki at arbeiða fulla tíð í sambýlinum í Pætursgøtu í Hoyvík. Byrjað verður 01.12.2024 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðirnar verða í skiftandi vaktum, t.v.s. dag-, kvøld- náttar- og vikuskiftisvaktum.
Førleikakrøv
Søkt verður eftir námsfrøðingi ella fólki við námsfrøðiligari útbúgving. Eldhugur og námsfrøðiligt innlit í avbjóðingarnar hjá fólki við autismu eru neyðugir førleikar. Um ongin við nevndu útbúgvingum søkir, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki.
Arbeiðsuppgávur
Í sambýlinum í Pætursgøtu í Hoyvík búgva 4 vaksin fólk sum hava autismu. Í arbeiðinum verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim.
Arbeitt verður eftir einum leisti, har dentur verður lagdur á tilfeingið hjá borgaranum, út frá einum kognitivum viðurkennandi pedagogikki, og saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum skalt tú bjóða borgarum ein tryggan, skipaðan og mennandi dag.