Lýsing
Almannaverkið søkir eftir starvsfólki at arbeiða fulla tíð í sambýlinum í Pætursgøtu í Hoyvík. Byrjað verður 01.02.2025 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðirnar verða í skiftandi vaktum, t.v.s. dag-, kvøld- náttar- og vikuskiftisvaktum.
Førleikakrøv
Søkt verður eftir námsfrøðingi ella fólki við námsfrøðiligari útbúgving. Eldhugur og námsfrøðiligt innlit í avbjóðingarnar hjá fólki við autismu eru neyðugir førleikar. Um ongin við nevndu útbúgvingum søkir, kann starvið verða fyribilssett við hjálparfólki.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144663&DepartmentId=19180&MediaId=4615