Almannaverkið
Lýsing
Almannaverkið søkir eftir einum starvsfólki til Sambýlið í Reynstúni á Argjum.
Sambýlið er fyri fólk við menningartarni og fjølbreki og har er pláss fyri 18 fólkum.
Um starvið
Talan er um eitt starv 30 tímar um vikuna at byrja 01.03.2026 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum sum fevna um alt døgnið allar dagar í vikuni og 3. hvørt vikuskifti.
Arbeiðsuppgávur
Sambýlið er skipað í tvær lonir við níggju búfólkum í hvørji lon. Karmarnir eru sera góðir, bæði fyri búfólk og starvsfólk.