Almannaverkið
Útgivið
3. februar 2024
Útgongur
15. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið

- Eitt starv 20 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í stóran mun í samdøgursvaktum. Arbeitt verður 3. hvørt vikuskifti.

- Søkt verður eisini eftir fólki at avloysa í sambandi við fráveru orsakað av sjúku, feriu, skeið o.ø.

Arbeiðsuppgávur

Sambýlið í Smærugøtu 29 í Havn hoyrir til eindina Menningartarn í Trivnaðardeplinum, sum veitir tænastur til ung og vaksin við menningartarni. Í sambýlinum búgva fimm búfólk við menningartarni og sálarligum avbjóðingum.

Starvsfólkini arbeiða miðvíst við, at búfólkini fáa møguleika at mennast, tá tað snýr seg um at gerast sjálvbjargin, at siga sína hugsan, koma við ynskjum og at samskifta hvørt við annað.

Arbeiðsuppgávurnar eru fjøltáttaðar, og er tað tí týdningarmikið, at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og viðvirka til tvørfakligt samstarv við t.d. arbeiðspláss.Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði millum búfólk og starvsfólk. Vit stuðla og vegleiða búfólkunum í persónligum viðurskiftum og teimum avbjóðingum, sum tey kunnu møta í gerandisdegnum.

Leinkið til lýsingina á okkara heimasíðu er

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið