ALMANNAVERKIÐ
Lýsing
Almannaverkið sóknast eftir einum starvsfólki til Sambýlið í Sørvági. Í arbeiðinum verður dentur lagdur á at skapa eitt gott og trygt heim, og við tí einstaka í miðdepli at stuðla undir og menna virkis- og førleikastøðið hjá viðkomandi.
Um størvini
- Eitt starv á 25 tímar um vikuna at byrja 15.10.2022. Talan er um 2. hvørt vikuskiftið og arbeitt verður stóran mun í samdøgursvaktum. Í miðal er talan um eina vakt um vikuna. Tað er góður møguleiki at fáa avloysaratímar, soleiðis at starvið verður meiri enn 25 tímar um vikuna.
- Søkt verður eisini eftir starvsfólki at avloysa í sambýlinum í sambandi við feriu, sjúku, skeiðvirksemi o.a. at byrja skjótast gjørligt.