Lýsing
Eitt starv sum stuðul hjá Sandoyar Barnaverndartænastu er leyst at søkja til setan 15. januar 2025, ella eftir nærri avtalu.
Starvið er tíðaravmarkað til 6 mánaðir við møguleika fyri leingjan.
Talan er um stuðulsstarv 20 tímar um vikuna.
Arbeiðið er 5 dagar um vikuna herundir verður miðað ímóti, at arbeitt verður 2. hvørt vikuskifti.
Yrkadagar eru tímarnir frá klokkan 16 til klokkan 20, og í vikuskiftum verður arbeitt í dagtímum eftir nærri avtalu.
Talan er um eitt spennandi starv, og arbeiðið umfatar at stuðla, vegleiða og hjálpa familjum.
Arbeitt verður í tøttum samstarvi við barnaverndarumsitingina og onnur fakfólk.
Vit leita eftir stuðli, ið :
Hevur miðallanga útbúgvin innan námsfrøði ella heilsufakliga økið og reina revsiváttan.
Um eingin søkir við viðkomandi útbúgving, kann hjálparfólk verða sett í starv.
- Hevur góð samskiftisevnir.
- Hevur góð evnir at seta seg inn í støðuna hjá familjuni, og hjálpa teimum út frá hesum.
- Hevur gott yvirlit og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum Supervisión Eitt gott samstarvstoymi
Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum, viðmælum og cv skal sendast til Sandoyar Barnaverndartænastu á teldupost bvtsandoy@bvtsandoy.fo ella til bústaðin Skúlavegur 3, 230 Húsavík í seinasta lagi mánadagin 30. desembur 2024 klokkan 12.00 Løn og setanarviðurskifti:
Starvið er tíðaravmarkað til 6 mðr við møguleika fyri leingjan, og verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og avvarandi yrkisfelag.
Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 hevur barnaverndartænastan skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Sandoyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum kommunurnar í Sandoynni og í Skúvoynni.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kristinu J á Reynatúgvu, leiðara á telefon 288024 ella við telduposti kristina@bvtsandoy.fo