Sandoyar Barnaverndartænasta
Útgivið
31. december 2024
Útgongur
15. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sandoyar Barnaverndartænasta søkir eftir málsviðgera til fast starv til setan 15. januar 2025 ella
skjótast til ber eftir nærri avtalu.

Starvsbrøkurin er 0,5. Um áhugi er, er møguleiki fyri at arbeiða í starvsbrøki 0,7 fram til 31.
desembur 2025.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv. Sandoyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv
millum kommunurnar í Sandoyar sýslu, og starvsstaðurin er í hølum á Skúlavegi 3, 230 Húsavík.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.

  • Málsviðgerð og kanningar
  • Samrøður við børn og vaksin
  • At fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
  • At seta í verk fyriskipanir og fylgj hesum upp
  • Samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
  • Vera við í vaktarskipanini hjá Sandoyar Barnaverndartænastu

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:

  • Hevur miðallanga viðkomandi útbúgving innan heilsu – almanna - ella skúlaøki t.d.
    sosialráðgevi, námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur og hevur reina revsiváttan.
  • Hevur góð samskiftis og samstarvsevnir bæði í skrift og í talu
  • Hevur góð evnir at seta seg inn í støðuna hjá familjuni, og hjálp teimum út frá hesum
  • Hevur góð evni at samstarva og síggja loysnir
  • Tolir at arbeiða undir trýsti og er fleksibul
  • Hevur gott yvirlit og megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Supervisión og góðar arbeiðsumstøður
  • Eitt gott samstarvstoymi

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum, viðmælum og cv og reinari revsiváttan skal sendast
til Sandoyar Barnaverndartænastu á teldupost bvtsandoy@bvtsandoy.fo ella til bústaðin Skúlavegur 3, 230 Húsavík í seinasta lagi mánadagin 15. januar 2025 klokkan 12.00

Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Starvsfelagið.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 hevur barnaverndartænastan skyldu til at
útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd. Tann, ið sett/settur verður, skal hava reina
barnaváttan.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kristinu J á Reynatúgvu, leiðara, á telefon
288024 ella við telduposti kristina@bvtsandoy.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið