Sandoyar Barnaverndartænasta
Útgivið
9. juli 2025
Útgongur
20. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Sandoyar Barnaverndartænastu søkir eftir málsviðgerða til fast starv til setan 01.
September 2025 ella skjótast til ber eftir nærri avtalu.

Starvsbrøkurin 1,0 til 31-08-2026, og síðani 0,5.

Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv. Sandoyar Barnaverndartænasta er eitt
samstarv millum kommunurnar í Sandoyar sýslu, og starvsstaðurin er í hølum á Skúlavegi
3, 230 Húsavík.

Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.

Arbeiðsuppgávan umfatar m.a.
- Málsviðgerð og kanningar
- Samrøður við børn og vaksin
- At fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
- At seta í verk fyriskipanir og fylgj hesum upp
- Samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
- Vera við í vaktarskipanini hjá Sandoyar Barnaverndartænastu

Vit leita eftir starvsfelaga, ið:
- Hevur miðallanga viðkomandi útbúgving innan heilsu – almanna - ella skúlaøki t.d.
sosialráðgevi, námsfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur og hevur reina revsiváttan.
- Hevur góð samskiftis og samstarvsevnir bæði í skrift og í talu
- Hevur góð evnir at seta seg inn í støðuna hjá familjuni, og hjálp teimum út frá hesum
- Hevur góð evni at samstarva og síggja loysnir
- Tolir at arbeiða undir trýsti og er fleksibul
- Hevur gott yvirlit og megnar at arbeiða sjálvstøðugt

Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
- Supervisión og góðar arbeiðsumstøður
- Eitt gott samstarvstoymi

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avriti av prógvum, viðmælum og cv og reinari revsiváttan skal
sendast til Sandoyar Barnaverndartænastu á teldupost bvtsandoy@bvtsandoy.fo ella til
bústaðin Skúlavegur 3, 230 Húsavík í seinasta lagi mánadagin 20. juli 2025 klokkan 12.00.

Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Starvsfelagið.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 hevur barnaverndartænastan skyldu til at
útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd. Tann ið sett/settur verður, skal hava
reina barnaváttan.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Róhild Winther, leiðara á telefon
288024 ella við telduposti Rohild@bvtsandoy.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið