Lýsing
Almannaverkið søkir eftir tveimum starvsfólkum at vera um ungan borgara við autismu.
Um størvini
Talan er um tvey fulltíðarstørv at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í døgnvaktum, tó onkrar skiftandi vaktir og 3. hvørt vikuskifti. Arbeiðsstaðurin er í Havn.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávan er at vera um ungan borgara, ið hevur autismu. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tú ert einsamallur á vakt, men í upplæringartíðini verða tó tvey fólk til arbeiðis í senn.
Starvsfókini eru við til at leggja arbeiðið til rættis á arbeiðsplássinum. Vit leggja okkum eftir at arbeiða við støði í møguleikum, heldur enn forðingum. Arbeitt verður heilsufremjandi og fyribyrgjandi í samráð við aðrar fakbólkar, leiðslu og avvarðandi.
Vit leita eftir starvsfólki sum, saman við borgaranum, ynskir at skapa gott og hóskandi innihald í gerandisdagarnar. Talan kann verða um ymiskar aktivitetir, bæði í nærumhvørvinum og runt um landið. Eisini er uppgávan at halda íbúðina heimliga og at skipa fyri, at borgarin fær ein skipaðan og mennandi dag.
Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði fyri borgaran, starvsfólk og avvarðandi.