Lýsing
Almannaverkið søkir eftir starvsfólkum at arbeiða í serskipan í Hoyvík. Uppgávan er at vera um ungan borgara við autismu.
Arbeiðsuppgávur
Fremsta uppgávan er at skilja og samskifta við ungan borgara, sum hevur autismu.
Við neyðuga stuðlinum og umsorganini fær borgarin ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag. Tað eru tvey starvsfólk á vakt størsta partin av døgninum. Arbeitt verður eftir viðgerðarætlanum og mannagongdum, sum eru á stovninum, og við strukturi. Har afturat brúka vit náttúruna, low arousal og massagu. Síðumansupplæring verður veitt.
Vit leggja okkum eftir at arbeiða við støði í møguleikum, heldur enn forðingum. Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði fyri borgaran, starvsfólk og avvarðandi.
https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144581&DepartmentId=19151&MediaId=4615