Almannaverkið
Útgivið
7. oktober 2024
Útgongur
17. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Almannaverkið søkir eftir einum starvsfólki at vera um ungan borgara við autismu og menningartarni.

Um starvið

Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 3. hvørt vikuskifti. Arbeiðsstaðurin er í Havn.

Arbeiðsuppgávur

Uppgávan er at vera um ungan borgara, ið hevur autismu og menningartarn. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tað eru 2 starvsfólk á vakt í senn.

Starvsfókini eru við til at leggja arbeiðið til rættis á arbeiðsplássinum. Vit leggja okkum eftir at arbeiða við støði í møguleikum, heldur enn forðingum. Arbeitt verður heilsufremjandi og fyribyrgjandi í samráð við aðrar fakbólkar, leiðslu og avvarðandi.

Vit leita eftir starvsfólki sum, saman við borgaranum, ynskir at skapa gott og hóskandi innihald í gerandisdagarnar. Talan kann verða um ymiskar aktivitetir bæði í nærumhvørvinum og runt um landið. Eisini er uppgávan at halda íbúðina heimliga og at skipa fyri, at borgarin fær ein skipaðan og mennandi dag.

Javnvirði, tolsemi og yrkisdugnaskapur er partur av okkara gerandisdegi, og somuleiðis leggja vit okkum eftir at skapa góðan trivnað á arbeiðsplássinum, bæði fyri borgaran, starvsfólk og avvarðandi.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144621&DepartmentId=19226&MediaId=4615

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið