Lýsing
Kom umborð á Norrönu og blív partur av einum toymi, har trivnaður og gott samanhald er í hásæti. Her arbeiða vit saman, hjálpast at og hava tað stuttligt, meðan vit skapa góðar upplivingar fyri okkara gestir.
Um starvið
Starvið í Tax Free handlinum fevnir um at selja og ráðgeva innan spennandi vøruúrvalið, og sjálvandi at veita eina framúr tænastu við at hugsa loysnir og vísa hjálpsemi í ymiskum støðum. Harumframt fevnir starvið um at móttaka og skráseta vørur, seta tær á hillarnar, pynta og halda handilin reinan og ruddiligan. Við tínum hugskotum, og í samráð við tínar leiðarar, hevur tú eisini møguleika at seta tín dám á handilin. Tú verður partur av okkara stóra toymi, og vit taka væl ímóti tær.
Tín vangamynd
- Tú ert framsøkin, hevur lætt við at práta við fólk og møtir gestunum við einum smíli
- Tú heldur, eins og vit, at góð tænasta ger allan munin
- Tú dugur at samskifta á enskum og norðurlendskum máli.
Starvssetan- og treytir
Starvið er fyribils tíðaravmarkað frá mai 2026 til septembur 2026, við møguleika fyri at leingja setanina.
Talan er um hesar útmynstringarnar:
- mai- 19. mai
- juni– 5. juli
- august– 4. septembur
Tú siglir 1:1, sum merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.
Setanin er sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Freist at søkja
Umsóknarfreistin er er 19.04.2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið umvegis frymilin á heimasíðuni HER.
Vilt tú vita meiri um starvið?
Dugnaligu handilsleiðararnir Mike Løvhøjten Uhre og Ronnie Korsager Davidsen vita meira um starvið. Tú er vælkomin at ringja til teirra á tel. +298 344998.
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur ferðafólkaskipið Norrönu og farmaskipini Mykines og Glyvursnes. Harumframt rekur reiðaríið farmaskipið Lista. Smyril Line byggir nýtt høvuðssæti á Molanum í Havn, umframt tvey nýggj farmaskip. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.