Klaksvíkar Sjúkrahús
Útgivið
26. maj 2023
Útgongur
12. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir starvsfólki, útbúnum viðgerðum ella fólki, sum hava hug og hegni at gerast viðgerði.
• Talan er um tvey fulltíðarstørv í skiftandi vaktum til setan 1. september 2023.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Høvuðsuppgávan er at veita bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum. Harnæst er uppgávan flutningur av
sjúkum og skaddum fólki, og fólkum ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði.

Í løtuni starvast 9 fólk hjá Sjúkraflutningstænastuni. Deildin hevur 2 sjúkrabilar, umframt 3 bilar til onnur endamál. Túratalið er uml. 2.500 túrar árliga.

Nýsett starvsfólk, ið ikki eru útbúgving sum ambulansastarvsfólk fáa eitt grundskeið/upplæring, áðrenn tey kunnu virka sum hjálparfólk í sjúkrabilinum. Tey fáa vegleiðing av einum viðgerða og hava møguleikar fyri øðrum skeiðum, ið eru neyðug fyri at røkja starvið til fulnar.

Vit vænta, at tú:
• ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
• hevur virðiliga framferð
• ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
• sært avbjóðingar fram um avmarkingar
• hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
• tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
• ert fús/ur til at broyta teg í samsvar við nútíðina
• virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum.

Dentur verður lagdur á:
• menniskjaligar eginleikar
• megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
• koyrikort til bólk B
• koyrikort til persónbil í minst 3 ár
• fyltur 21 ár
• reina revsiváttan
• 1. hjálparprógv
• góða heilsu og fysik
• dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
• telduførleika á brúkarastøði.

Vit bjóða
• innleiðslu og upplæring á deildini
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• tvørfakligt samstarv
• ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
• eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

Royndartíðin er 3 mánaðar.

Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Allan Joensen, deildarleiðara, tlf. 232350, teldupost: allan@ks.fo

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum, skal sendast til umsokn@ks.fo

Tey ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan. Samrøður verða í viku 25 í 2023.

Umsóknarfreistin er 12. juni 2023.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu
fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar
fakbólkar.

Líknandi størv

19. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið