Lýsing
Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum til Sjúkraflutningstænastuna, útbúnum viðgerðum (ambulancebehandler) ella atstøðingum (ambulanceassistent). Talan er um fulltíðarstørv í skiftandi vaktum til setan 01.01.2024 ella eftir nærri avtalu.
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í sambandi við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Her starvast í løtuni umleið 40 fólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 15 sjúkrabilar. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.
Sjúkraflutningstænastan krevur at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði.
Vit vænta, at tú:
- ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu
- ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
- hevur góðar sosialar/menniskjligar eginleikar
- sært avbjóðingar fram um avmarkingar
- hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
- tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
- ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
- virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og líkur tey krøv, ið verða sett (stovnurin setur) í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti.
Dentur verður lagdur á:
- menniskjaligar eginleikar
- at tú megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
- minimum 9. floks prógv, miðnámsútbúgving kann verða ein fyrimunur
- koyrikort til bólk C ella D
- koyrikort til persónbil í minst 3 ár
- fylt/ur 21 ár
- reina revsiváttan
- 1. hjálparprógv
- góða heilsu og fysik
- sjón ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
- dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
- telduførleika á brúkarastøði.
Vit bjóða:
- felags innleiðslu og upplæring á deildini
- fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- tvørfakligt samstarv
- ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum.
Royndartíðin er 3 mánaðar.
Um tey, ið sett verða í fast størv, ikki hava koyrikort til bólk C ella D, skal hettar vera farið í holt við innan roynadartíðin er úti.
Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 48 í 2023.
Lønar- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen, deildarleiðara, tlf. 234605, t-post barmi@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara tlf. 234602, t-post gunhj@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 27.11.2023.
Tú kann lesa meira um Sjúkrahúsverkið á www.sjukrahus.fo
Vinarliga søk starvið her.
Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt av Ambulance Syd).
Les um okkara visión, missión og strategimál her.