Lýsing
Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir starvsfólkum, góðkendum viðgerðum (ambulancebehandler) ella atstøðingum (ambulanceassistent).
- Talan er um fulltíðarstørv á brøk 1,0 í skiftandi vaktum til setan 1. mars 2025 ella eftir nærri avtalu.
Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum, sum ein partur á Sjúkrahúsverkinum, er at sjúklingurin skal vera í miðdeplinum. Starvsfólkini skulu vera errin av at arbeiða her, og at samfelagið skal fáa ágóðan av okkara virksemi.
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.
Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum fevna um Streymoy, Eysturoy og Vágar. Her starvast í løtuni umleið 40 fólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 16 sjúkrabilar. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.
Sjúkraflutningstænastan krevur at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði.