Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
2. maj 2025
Útgongur
16. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum fólki til fast starv í Sjúkraflutningstænastuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi til setan 1. juni 2025. Talan er um fulltíðarstarv svarandi til 40 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur tænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á sjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, ið mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkið hjá Sjúkraflutningstænastuni fevnir um Suðuroy. Her starvast í løtuni 6 fólk. Deildin hevur 6 bilar, íroknað 3 ambulansar og ein átaksbil, og er túratalið umleið 1100 patienttúrar árliga.

Vit vænta, at tú

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi, fleksibul og hevur góð samstarvsevni
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
  • líkur tey krøv, ið stovnurin setur í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti.

Dentur verður lagdur á, at tú

  • ert útbúgving ambulansaviðgeri
  • hevur og hevur havt koyrikort til vanligan bil í minst eitt ár
  • hevur koyrikort til C ella D
  • hevur reina revsiváttan
  • hevur góðan fysik og heilsu
  • hevur sjón, ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • hevur telduførleika á brúkarastøði.

Vit bjóða

  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • felags innleiðslu og upplæring á deildini.

Tey, ið verða boðin til samrøðu, verða biðin um hava læknaváttan og revsiváttan við.

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Georg Kjærbo, virkandi yvirportør á tlf. 210608 ella umvegis teldupost geokj@ssh.fo

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til starv@ssh.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. maj 2025.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Tú kanst lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.

Líknandi størv

Kemilux   Faroe Islands nýtt
2. maj 2025
2. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið