Landssjúkrahúsið
Útgivið
12. december 2024
Útgongur
27. december 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Á Tænastudeildini arbeiða okkara røsku starvsfelagar í reingerðini við bæði reingerð, men eisini týdningarmiklu uppgávuni, at fyribyrgja smittu. H-bygningurin er nú tikin í nýtslu, og tí hava vit brúk fyri nýggjum, og góðum starvsfeløgum, til okkara starvsfólkahóp. Setanin er í Tænastudeildini, og hon fevnir um alt Landssjúkrahúsið. Starvsbyrjan er 15. desember 2024 ella skjótast gjørligt.

Um arbeiðið
Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um reingerð av sjúkrastovum, skrivstovum, viðgerðarhølum og øðrum økjum á ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum. Arbeitt verður eftir galdandi reglum innan reingerð, og neyðug upplæring innan økið verður givin við starvsbyrjan.

Umframt høvuðsuppgávuna innan reingerð, so eru vit eisini partur av borðreiða máltíðir til sjúklingar. Hetta er í samstarvi við Køkin, og kalla vit tað Borðreiðingartoymið. Ikki allar setanir eru í hesum toyminum.

Arbeiðstíðirnar kunna vera ymiskar, og eru tær millum kl. 7 á morgni og kl. 20 um kvøldið, bæði gerandis- og halgidagar. Arbeiðstíðin er áleið 35 tímar um vikuna. Vikuskiftisvaktir eru 3. hvørt vikuskiftið, kann koma fyri, at arbeitt verður 2. hvørt vikuskiftið.

sí lýsing her

Líknandi størv

8. november 2025
8. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið