Lýsing
Trívist tú í einum arbeiðsumhvørvi, har arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur er líka?
So átti tú umhugsað at sent eina umsókn inn til Rakstrarstøðina, so tú kanst verða partur av skrásetingarliðnum hjá Tórshavnar Kommunu.
Toymið hevur til høvuðsuppgávu at finna og skráseta rør og rørbrot á kloakk- og yvirflatuvatnsleiðingunum hjá
Tórshavnar kommunu. Leiting og skráseting fer fram eftir skipaðum leisti við ymiskari útgerð, alt eftir umstøðunum. Hetta inniber m.a.
- Blæsa royk í rørini
- Litevni í vatnið
- Nýta skumpikamera og/ella nýtslan av framkomnum traktoranleggi, ið verður brúkt til at sýna rørbrot
- Peila rør av undir jørð við serligari útgerð og skráseta hesi á Arcgis skipanini
Arbeiðið er sostatt lutvíst skrivstovu arbeiði, tá ið videobrot o.a. data skal leggjast inn á teldurnar. Hetta verður tú lærd/-ur upp í, av okkara dugnaligu starvsfeløgum.
Tað er ein treyt at umsøkjarar hava koyrikort B.
Vit vænta, at tú ert skyldurøkin og kunnu afturfyri bjóða eitt gott og spennandi arbeiðspláss, við góðum felagsskapi, har vit raðfesta tað góða samstarvið høgt.
Hevur hetta tín áhuga, so kanst tú senda okkum eina umsókn.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144422